Vi bøger
Levering: 1 - 2 hverdage

Bøger udgivet af Bókadeild Føroya Lærarafelags

Filter
Filter
Sorter efterSorter Populære
  • af Johanna Tydell
    87,95 kr.

    Hetta er bókin um Puck, eina unga gentu, sum ger alt fyri ikki at missa tamarhaldið, ikki at lata nakran koma ov nær, ikki vísa hvør hon í grundini er. Men hetta er eisini søgan um ein pápa, sum hvarv, og eina mammu, sum varð verandi eftir.

  • - 172 tímar á mánanum
    af Johan Harstad
    87,95 kr.

    DARLAH er ein søga um ungfólk, ið leita eftir onkrum øðrum, onkrum nýggjum. Men tað eru eisini ein ræðusøga um rúmdina. Og ein søga um loynilig sambond, antin tey fjala seg í New York, Normandínum, Tokyo ella á mánanum.

  • - Ein genta sum bardist fyri útbúgving og broytti heimin
    af Malala Yousafzai & Patricia McCormick
    87,95 kr.

    Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.

  • af Ingelin Røssland
    87,95 kr.

    Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. Men so gongur alt púra galið!

  • af Carolin Philipps
    87,95 kr.

    Bókin er hugtakandi bók um gøtubørn í Bukarest, og um hvønn týdning vinalag og samanhald hava. Hon snýr seg um Sandalu, sum er fimtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í Bukarest.

  • af J.L.K. Grimm
    87,95 kr.

    17 ævintýr brøðurnir Grimm savnaðu fyrst í 19. øld, m.a. Øskufía, Klokkublóma, Frensurin í stivlum og Frúgvin Hulda.

  • af Mecka Lind
    87,95 kr.

    Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.

  • af Johanna Nilsson
    87,95 kr.

    Tær báðar Jonna og Gloria eru vinkonur. Tær sleppa at ganga í frið í skúlanum, líka til tær hava verið í einari veitslu, og mynd av Gloriu verður løgd út á netið, og ein bólkur verður gjørdur, sum eitur Hata horuna. Jonna velur at hevna hetta, og tað fær álvarsamar avleiðingar, bæði fyri Jonnu og Gloriu, men eisini fyri happaran.

  • af Gunnar Hoydal
    87,95 kr.

    Um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra - Hoydalar.

  • af Per Olov Engquist
    87,95 kr.

    Mina droymir altíð um eina óhugnaliga krokodillu og er ræðuliga bangin, tá ið hon vaknar. Men abbin sigur, at fyri at vinna á ræðsluni, mást tú gera okkurt passaliga vandamikið. Tí fara tey øll saman við abbanum eina rannsóknarferð.

  • af Heine Hestoy
    87,95 kr.

    Jóannes ger av at fara við línubáti til Nýfundlands, tá ið hann er liðugur við 9. flokk. Hetta dámar ikki pápanum, sum heldur vil, at hann skal fara í 10. flokk ella á studentaskúla. Hann hittir Marjuna í dansi tríggjar vikur fyri, at hann skal fara. Tey verða góð, og nú er ringt hjá Jóannesi at fara til skips.

  • af Gudrun Mebs
    87,95 kr.

    Sunnudagsbørn eru serliga eydnurík, og tá eydnan at enda kemur til gentuna á barnaheiminum, er hon øðrvísi, enn hon hevði hugsað sær.

  • af Maj Bylock
    87,95 kr.

    Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?

  • af Eveline Hasler
    87,95 kr.

    Einaferð var tað ein lítil býur, har fólkini bara góvu sær far um eitt. Tey elskaðu blómur. Men ein dagin helt borgarstjórin eina talu. Beinið blómurnar burtur! Beinið firvaldarnar burtur! Dreymar eru nyttuleysir!

  • af Maud Heinesen
    87,95 kr.

    Øll kenna abba, ið hvussu er í Vestmanna og í Klaksvík, tí har hevur hann búð fyrr. Nú býr hann í Havn, og vit eru bestu vinir.

  • af Fríðrík Erlingsson
    87,95 kr.

    Søgan er um eitt hendingaríkt summar í einum grannalagi nærhendis miðbýnum í Reykjavík. Forherðingurin og bakbeistið Svarti Helgi ger um seg og aftrar seg ikki við fúlastu misgerðum.

  • af Bo R. Holmberg
    87,95 kr.

    Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar, og Agnas ger av at fara hvønn fimta dag til nýggjárs. Men onkur annar ger eisini tað. Bókin snýr seg um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Ein innilig bók við humor, álvarsemi, veruleika og hugflogi.

  • af Anne Christine Østby
    87,95 kr.

    Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær. Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.

  • af Allison Prince
    87,95 kr.

    Jane, Derek og Danny búgva í London. Annar veraldarbardagi hevur vart í fýra ár, og tey halda seg hava fingið ferilin av týskum sneytarum.

  • af Carolin Philipps
    87,95 kr.

    Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.

  • af Ole Lund Kirkegaard
    87,95 kr.

    Søga um tríggjar dreingir og ein stork, eina føðingardagsveitslu, ein skatt, ein dreka við átta beinum og ein keypmann, sum etur kaspars-frø.

  • af Lene Kaaberbøl
    87,95 kr.

    Familjan Tonerre er flýggjað niðan í Hálendið, men tann hevndarhugaði Drakan og drekaherur hansara fáa alsamt meira vald, og Skammarin og børn hennara finna ongan tryggleika nakrastaðnina.

  • af Karl Bruckner
    87,95 kr.

    6.august 1945, klokkan eitt korter til nýggju. Uppi yvir býnum Hiroshima - ein bráðkveiktur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grátiliga morgun. Smágentan Sadako er eitt av offrunum fyri fyrstu kjarnorkubumbuni. Men Sadako vil liva. Tá ið hon verður før fyri at evna til túsund tranar úr gullpappíri, fer hon at fáa heilsuna aftur. Túsund tranar.

  • af Mecka Lind
    87,95 kr.

    Isabel, sum er gøtubarn í Rio, er noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiði at rudda gøturnar fyri gøtubørn.

  • af Heine Hestoy
    87,95 kr.

    Regin er 14 ára gamal, og honum dámar væl ítrótt. Alt kundi verið gott, men so er ikki. Pápin er sendur til Danmarkar at sita, tí hann hevur stolið. Men so hittir Regin Sáru, sum er blind. Hon og Regin verða góð, og saman eru tey sterk.

  • af Erling Poulsen
    87,95 kr.

    Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring, ófrættatíðindi, feigdarboð, dulda megi og um at vera framsíggin.

  • af Mecka Lind
    87,95 kr.

    Mamma 13-ára gomlu Sonnu vil ikki hava dóttrina búgvandi longur. Sanna vil fyri alt í verðini ikki aftur á skúlaheimið at vera. Hon velur tí heldur ta ótespiligu gøtuna sum heim.

  • af Cecil Bødker
    87,95 kr.

    Søgan um hungursbarnið er um ellivu ára gamla neytadrongin Lárus, sum ein dagin, hann ansar neytunum á almenninginum, kemur fram á Tinku, ið er níggju ár. Hon er foreldraleys og einsamøll, men fram um alt svong og skitin; hon hevur megnað at halda sær á lívi í kroysuni saman við deyðu mammu síni í langa tíð. Lárus gevur Tinku mat og drekka og fær hana við sær heim á garðin, har hann tænir.

  • af Sólrún Michelsen
    72,95 kr.

    Kol býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.Tvey ár seinni ger hann av at fara út í heimin, og brátt verður honum greitt, at hann skal eina langa, trupla ferð. Hann fær góð ráð frá vísum fólkum og hjálparar, og hann fatar so líðandi, at hann er útvaldur at bjarga menniskjunum undan óndskapinum, ið er um at fáa alt vald har um vegir.

  • - Hungursleikirnir 2
    af Suzanne Collins
    143,95 kr.

    Annar partur í spennandi tríverkinum um Katniss Everdeen, sum noyðist á válin at stríðast fyri lívinum.Katniss hevur vunnið hungursleikirnar. Hon og felagin Peeta eru framvegis á lívi, og Katniss skuldi av røttum verið glað, men hon er alt annað. Vinmaðurin Gale roynir at halda sær frá henni. Peeta tosar als ikki við hana og teskað verður um, at ein uppreistur er í væntu ímóti Capitol – ein uppreistur sum Katniss og Peeta kanska hava stóra skyld í.Á sigursferðini runt í sýslunum koma tey bæði at uppliva nakað, sum setir tey í enn størri vanda, og so fær søgan eina brádliga og óvæntaða vend ...

Gør som tusindvis af andre bogelskere

Tilmeld dig nyhedsbrevet og få gode tilbud og inspiration til din næste læsning.